Danmark fær rós frá ST aðalskrivaranum Ban Ki-Moon, og tað skapar optimismu beint undan klimatoppfundinum.
Tað er sjónvarpið hjá Danmarks Radio, sum hevur havt samrøðu við ST aðalskrivaran, sum hevur gjørt klimasemjuna til sítt týdningarmesta mál, meðan hann hevur leiðsluna av Sameindu Tjóðum.
- Eg er optimistur og haldi, at Keypmannahavn kann skapa eina sterka semju, sigur Ban Ki-Moon, suðurkoreanski ST-aðalskrivarin.
- Tá ið fleiri enn 100 statsleiðarar hittast í Danmark, so hevur tað týdning, sigur hann. ? Tað merkir, at allir eru til arbeiðis, og eg eri vísur í, at vit nokk skulu fáa eina góða avtalu, sigur Ban Ki-Moon.
- Í eini samráðingarstøðu hava mong londini ymisk uppskot. Tað er einki løgið í tí, heldur Ban Ki-Moon, sum heldur, at toppfundurin fer at geva eina politiska avtalu, sum í 2010 skal gerast til eina løgfrøðiliga bindandi avtalu.
Tað hevur stóran týdning fyri Danmark,men eisini fyri Ban Ki-Moon, sum hevur sett klimaavtaluna sum sítt persónliga suksemál. Og hann trýr upp á tað.
- Eg eri grundleggjandi ein optimistur. Eg haldi, vit megna at fáa eina aftalu, sigur hann.
Øll samrøðan við Ban Ki-Moon verður at sígga í 21 Søndag á DR1 í kvøld.