Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, verður Øssur Hansen gestur. Hann er venjari hjá B68, sum í ár vann sær uppflyting til bestu deildina.
Tað kom eitt sindur óvæntað, at B68 vann upp- og niðurflytingardystin móti AB. Í sendingini kemur Øssur Hansen at fortelja eitt sindur um júst tan dystin, og upplivingina at flyta upp við B68 upp á so dramatiskan hátt.
Øssur Hansen hevur verið partur av føroyskum fótbólti í nógv ár. Tá hann kom á besta liðið var B68 millum bestu feløgini í landinum. Síðani er tíðinar broytta, men við nýggja tunnilinum verður B68 aftur miðpunkt í føroyskum fótbólti.
Tað hevur eisini verið nógv tosað um, at einki lið flutti upp í fjør, men í ár hava vit tveir uppflytarar. Hvussu ætlar Øssur Hansen, at B68 skal yvirliva í bestu deildini, og hvat er málið hjá toftafólki við B68. Tað spyrja vit eisini fyrrverandi frísparkssnillingin um.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda SMS til 559999.
##ms##