Av føroysku ítróttarfólkunum var tað serliga eitt, ið skaraði framúr, og var tað 23 ára gamli havnarmaðurin, Øssur Debes Eiriksfoss, sum við sær heimaftur hevur tilsamans níggju heiðursmerki. Og tey vann hann enntá í tveimum ymsum ítróttargreinum!
Í fimleiki vann hann sjálvur tvey gullmerki og fýra silvurmerki, umframt eitt gullmerki fyri lið, men umframt fimleikin, var hann eisini við í hæddarlopi og trístøkki, og í báðum førum eydnaðist honum at fáa silvur.
Sigast má, at úrtøkan hevur verið framúr, tí hann vann bæði flest gullmerki og flest heiðursmerki yvirhøvur av føroysku ítróttarfólkunum.
Hini føroysku gullmerkini fullu soleiðis, at Valborg Heinesen vann tvey í renning á longru teinunum, Marius F. Joensen vann gull í skeet-skjóting, Valerijs Savins vann gull í fimleiki, Rannvá D. Carlsson og Niclas H. Eysturoy vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í badminton, og so vunnu bæði skeet-skjúttarnir og flogbóltskvinnurnar gull í sínum liðkappingum.