Øssur sigraði í Sørvági

1.DEILD: B68 vendi hóttandi tapi og skoraði sigursmálið í næstsíðsta minutti

Øssur kom, sá og sigraði. Soleiðis var tað, tá ið Øssur Hansen fyri fyrstu ferð í ár í kvøld hevði ábyrgdina av besta liðnum hjá B68.

Toftamenn spældu á útivølli ímóti 07 Vestur, sum stríðist fyri at vinna seg aftur í bestu deildina, sum liðið í fjør flutti niður úr.

B68 vann í kvøld 3-2 á Dungasandi ímóti 07 Vestur, hóast heimaliðið var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1. Møguleikin hjá B68 at flyta upp verður hildin at vera lítil og eingin, og tapið í kvøld ber við sær, at møguleikarnir hjá 07 Vestur at flyta upp viknaði.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki umsetti 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen brotsspark til 1-0.

18 ára gamli Bárður Jensen javnaði til 1-1 tíggju minuttir undan steðginum. Fyri heimaliðið var tað dyggur smeitur, at liðformaðurin, Høgni Egilstoft Nielsen, stutt undan steðginum noyddist skaddur av vøllinum. Kortini eydnaðist tað 07 Vestur í tíðini, sum var løgd aftrat fyrra hálvleiki. Málskjútti var Sølvi Egilsson.

B68 skoraði tvey mál í seinna hálvleiki. Karstin Clementsen javnaði til 2-2 eitt lítið korter eftir steðgin, og so høvdu gestirnir greiða yvirvág. Í næstsíðsta minutti eydnaðist at vinna úrtøku, tá ið Búi í Hjøllum, sum eitt korter frammanundan var komin á vøllin, skoraði sigursmálið.