Øssur sýnir fram í miðjútlandi

Leygardagin 16. september letur framsýning við verkum eftir Øssur Mohr upp í Midtjyllands Kunst Center í Bryrup sunnan fyri Silkeborg. Framsýningin verður í hølunum, tey kalla ”Det sorte rum”.

Fernisering verður kl 14.00 hendan dagin, og tá fer leiðarin fyri listasavnið, Metta Malund, at bjóða vælkomin, og fyrrverandi borgarstjóri í Aarhus, Thorkild Simonsen, fer at halda røðu.

Midtjyllands Kunst Center er eitt altjóða gallarí, sum hevur yvir 35.000 vitjandi um árið.