- Tað eru tvey ár síðani vit hava upplivað eina framsýning í Føroyum við Øssuri. So hetta verður ein spennandi framsýning, verður sagt úr Fuglafirði.
Seinastu árini hevur Øssur ferðast víða og sýnt fram síni verk. Hann hevur verið bæði í Danmark, Íslandi, Noregi, Týsklandi, Fraklandi og nú verður hann altso í heimbýnum Fuglafirði.
Seinni í ár fer hann at hava framsýning í Polen.










