Fríggjakvøldið verða Øssur Johannesen og Hjalti Joensen at hoyra í Tórskjallarunum í Havn. Framførslan verður bandað, og ætlandi verður úrslitið av hesum ein fløguútgáva Øssur Johannesen og Hjalti Joensen eru ikki ókendur í føroyska tónleikaheiminum. Teir hava útgivið fleiri fløgur ? bæði saman og hvør sær.
Saman hava teir givið út tríggjar fløgur, og Øssur hevur givið út fimm solofløgur, har av ein er ein tvífløga. Teir hava áður útgivið fløgur, har tónleikurin er beinleiðis upptikin frá ymsum konsertum, og tað er júst hetta sum liggur í kortinum fríggjakvøldið.
Øssur Johannesen sigur við Planet, at teir fara at framføra improviseraðan rokk við stillum stemningi. Hetta skal verða kjarnan í nýggju Live fløguni hjá Øssuri og Hjalta, og komandi tíðina fara teir báðir at spæla ymsar konsertir, ið eisini skulu verða við á nýggju fløguni.
Tiltakið í Tórskjallarunum byrjar kl. 22 komandi fríggjakvøld