Øssur og Agnar spæla konsert

Øssur Johannesen og Agnar Lamhauge fara í næstan at framføra tríggjar konsertir við tí fyri eyga, at taka live framførslurnar upp til eina fløguútgávu. Fríggjakvøldið 23. Oktoburkl. 21.00 framføra Øssur og Agnar í Atlantis í Klaksvík og leygardagin 24. Oktobur verður framførsla í Chippo í Runavík, og hon byrjar á midnátt.

Sunnudagin 8. Novembur verður tann seinasta framførslan frá teimum báðum á hesum sinni, og verður tað í Norðurlandahúsinum í Havn kl. 16.00.

Báðir framføra teir við bassi og guitara.

Øssur hevur givið fleiri fløgur út, og er vælkendur sum listamaður og høvundur eisini.

Agnar er mest kendur frá Enekk, og hevur eisini framført saman við Terja Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Anniku Hoydal og Lenu Andersen. Hann hevur útbúgving úr Musikk konsevatoriinum í Danmark, og undirvísir í Musikskúlanum í Havn. Eisini spælir hann við Føroya Symfoniorkestri.