Øssur í NM-finalu

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er tað eydnast einum føroyskum fimleikara at koma í finaluna í einari altjóða kapping. Tað er 22 ára gamli Øssur Eiriksfoss úr Havnar Fimleikafelag, sum við einum triðjaplássi í dag hevur vunnið seg í finaluna í NM-kappingini. Finalan verður í morgin.

 

– Vit eru sera stolt av avrikinum hjá Øssuri og ynskja honum hjartaliga tillukku og góða eydnu í finaluni í morgin, siga tey í Fimleikasambandinum í stuttari viðmerking á heimasíðu síni.

 

Norðurlendska meistarakappingin er um vikuskiftið í danska býnum Greve, og finalan verður fyrrapartin í morgin klokkan 10, føroyska tíð. Hini, sum eru við á fimleikalandsliðnum, eru Olivur Eiriksfoss, sum er beiggi finalistin, Bogi Berg, Katrin Wardum, Anita S. Davidsen og Fríðhild Norðgerð.Úrslitini frá kappingini verða kunnað seinri.

 

Umframt at teljast millum okkara bestu fimleikarar, er Øssur eisini av bestu íðkarum í frælsum ítrótti, og eigur føroysku metini í bæði hæddarlopi og trístøkk. Hann hevur umboðað Føroyar í bæði fimleiki og frælsum ítrótti til Oyggjaleikir.