B68 tapið á heimavølli sveið sjálvandi. Nú eru toftamenn, sum í vár løgdu bragdliga fyri, næstaftastir, og um tað eydnast ÍF at vinna á Skála í kvøld, so verður B68 aftast.
Enn eru átjan umfør og tað vil siga heil kapping eftir at spæla, og nógv kann venda upp í oktober, sum nú vendir niður. Sunnudagin skal B68 inn á Skála, og tá verður rættuliga talan um lyklauppgerð.
Støðugasti B68 spælarin í ár og nógvu tey undanfarnu árini hevur verið Øssur Hansen. Hann fer í vikuni av landinum í arbeiðsørindum. Øssur verður burturi í tvær og heima í tríggjar vikur.
Tað verður tosað og skrivað um, at onkur útlendskur spælari skal koma til Toftir at hjálpa til. Leiðlsan í felagnum hevur ongar viðmerkingar um hetta. Julian Johnsson er framvegis skaddur, og tað er ikki greitt enn, nær hann verður tøkur.









