Øssur Mohr fær góð ummælir

Leygardagin 17. februar var fernisering Galleri Sct Gertrud, Knabrostræde í Keypmannahavn í sambandi við at føroyski listamaðurin, Øssur Mohr úr Fuglafirði, læt upp eina listaframsýning við nýggjum málningum.

Umleið 200 vóru til ferniseringina, bæði danir og føroyingar. Stanley Samuelsen undirhelt við gittarspæli.
 
Í blaðnum ”Kunstavisen” fær framsýningin hjá Øssuri Mohr góð ummælir.
 
Framsýningin er opin til 3. mars, opið er: týsdag til fríggjadag kl. 14 - 17.30, og leygardag kl. 11 – 14.