Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fingið nýggjan aðalskrivara.
Nýggi aðalskrivarin er Andrias Magnussen. Hann byrjaði í starvinum í gjár. Andrias Magnussen tekur við eftir Øssur Kjølbro, sum soleiðis gevur stafettina víðari eftir góð 10 ár sum aðalskrivari.
- Vit takka Øssuri Kjølbro fyri hansara tíð sum aðalskrivari og bjóða samstundis Andriasi Magnussen hjartaliga vælkomnum, eru orðini á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Lagt verður aftrat, at tá Andrias Magnussen eisini er aðalskrivari hjá Føroysku Sjómansmissiónini, fekk hann eitt krúss við nýggja búmerkinum hjá sjómansmissiónini á.