KAUNAS: Fyri einum mánað síðani var hann givin á landsliðnum. Hann metti seg ikki at hava umstøður at brúka so nógva tíð upp á altjóða uppgávurnar, sum standa fyri framman í EM undankappingini.
Men eftir at Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen høvdu sæð Øssur Hansen spæla við B68 í Runavík í næstsíðsta umfarinum í landskappingini, heittu teir á hann um at spæla við hesar báðar dystirnar undan vetrarsteðginum. Teir mettu, at tað var spell, at ein spælari, sum var so væl fyri, sum Øssur alt kappingarárið og aftur ímóti NSÍ vísti, at hann var, tók seg burturúr, meðan hann var so væl fyri.
Nú er Øssur Hansen í Litava, og tað er púra greitt, at hann verður ytstur á miðvøllinum í vinstru seinnapartin í dag. Og veteranurin gleðir seg, samstundis sum hann ásannar, at tað var ikki torført at taka av, tá áheitanin kom frá venjarunum.
? Eg hevði ikki roknað við hesum. Men tá tú soleiðis fæst møguleikan at slutta av í Týskalandi, so er tað torført at vísa tí frá sær. Høvið er snøgt sagt ov stórt at vísa frá sær.
Tað er púra vist, at tú sluttar, sum tú sjálvur sigur, í Týskalandi?
? Eg havi ikki hugsað annað, og ætlanin er eisini, at hesir dystirnir verða teir seinastu. Men á hitt borði skal tú ongantíð siga ongantíð. Bara tað, at eg havi verið burtur frá tveir teir seinastu dystirnar hevur kenst heilt løgið. Tú brellast eftir at sleppa við aftur á liðið so hvør veit. Hurðin verður ikki smekkað heilt aftur, sigur royndi landsliðsmaðurin, sum harvið meiri enn letur hurðina standa á gloppi undan komandi landsliðsári og harvið spennandi uppgávunum t. d. ímóti Íslandi og á heimavølli ímóti Týskalandi.
Gullbrúdleyp
Øssur Hansen verður í dag á landsliðnum fyri 50. ferð. Tískil er talan um jubileum. Øssur hevur brúkt gott og væl tíggju ár um at røkka teimum fimmti. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum, tá Føroyar í Oslo mikudagin 13. mai í 1992 taptu vinardyst 2?0. Ta ferðina varð Øssur Hansen skiftur inn fyri Kára Reynheim, tá tað restaðu tólv minuttir.
Øssur Hansen, sum 7. januar verður 32, er fjórði føroyingurin, sum røkkur hálvt hundrað landsdystum. Hinir eru Óli Johannesen (57), Jens Martin Knudsen (56), og Allan Mørkøre (54). Á næstu plássunum eru Julian Johnsson (45), Todi Jónsson (43), Jens Kristian Hansen (42) og John Petersen (41) landsdystir.