Øssur hevði »gullbrúdleyp«

Landsdysturin leygardagin var dystur nummar 50 hjá Øssuri Hansen í føroyska landsliðsbúnanum. Nú eru fýra farnir um teir hálvthundrað dystirnar á landsliðnum

KAUNAS: Tá Øssur Hansen gjørdi av at koma við aftur á føroyska fótbóltslandsliðið gav hetta honum samstundis ein møguleika at gerast fjórði føroyski landsliðsleikarin, sum rundaði 50 dystum. Og tá vit eftir dystin spurdu hann, um hetta var nakað serligt fyri seg, segði hann avgjørdur, at tað var tað.
- Sjálvandi er tað tað. Ikki bara at eg eri tann fjórði, men yvir høvur at hava spælt 50 ferðir á landsliðnum, tað er nakað serligt. Og tað var eisini ein av orsøkunum til, at eg broytti støðu. Eg meini so við, at tað vildi í øllum førum verið keðiligt at verið standandi á 49 dystum, tá eg nú hevði møguleikan at runda tey hálvt hundrað.
Sjálvan dystin kundi Øssur tó eins og hinir hugsað sær øðrvísi, men hann helt kanska, at hetta kundi hava nakað at gera við virðingina, sum føroyingar høvdu.
- Tá vit spældu her fyri nøkrum árum síðani, vóru vit undir einum veldugum trýsti, og tað var kanska tað, sum vit óttaðust hesaferð. Liðið hjá teimum var als ikki so gott hesaferð, sum tað vit tá spældu ímóti, men virðingin hjá okkum var for stór, og vit taptu nokk dystin upp á fyrra hálvleikin. Tað er tað nokk eingin av leikarunum, sum er ósamdur við mær í.