Øssur: Hetta var ikki nóg gott hjá NSÍ

(FM1) Hoyr frásøgnina av málinum Øssur Dalbúð fekk fyri NSÍ, og hoyr samrøðu við málskjúttan

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av málinum Øssur Dalbúð fekk fyri NSÍ, tá NSÍ tapti 1-2 ímóti B36 við Løkin í Runavík fyrr í dag. Trygvi Mortensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við málskjúttan hjá NSÍ, Øssur Dalbúð aftaná dystin.

 

Øssur Dalbúð heldur, at NSÍ tapti alt ov nógvar avgerandi nærdystir, og fekk ikki spælið at rigga líka væl sum í teimum fimm undanfarnu dystunum.

 

Øssur Dalbúð heldur avgjørt ikki, at NSÍ undirmetti unga B36-liðið. Hann slær fast, at teir í NSÍ eru fult greiðir yvir hvussu evnaríkir ungu leikararnir hjá B36 eru.

 

Men í dag var tað bara ikki nóg gott hjá NSÍ, og tí bleiv talan um fyrsta tapið og stigamissin síðani summarsteðgin. 

 

HERber til at hoyra frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av báðum málunum hjá B36, og samrøðuna Hilmar Jan gjørdi við liðskiparan hjá B36, Odmar Færø.