Henrik Larsen, landsliðsvenjari, boðaði í gjár frá, hvørjar spælarar hann ætlar at hava á átjan manna liðnum, sum mikudagin í aðru viku fer at spæla vinardyst ímóti Liktinstein, er ta. Tann dysturin verður einasti fyrireikingardysturin til EM undankappingina, sum tað verður farið undir seinni í summar, og sum verður á skránni til í oktober komandi ár.
Ein av føstu monnunum á landsliðnum seinastu tíggju árini er ikki longur tøkur á landsliðnum. Tað er Øssur Hansen úr B68. Hann hevur í hesi vikuni boðað Jógvani Martin Olsen, hjálparvenjara hjá landsliðsvenjaranum, frá, at hann ikki longur hevur umstøður at spæla á landsliðnum.
Øssur Hansen var fyrstu ferð á landsliðnum í vinardystinum á útivølli ímóti Noregi 13 mai í 1992, og hann hevur spælt 49 landsdystir og skorað tvey mál. Bara tríggir spælarar eru skrásettir fyri fleiri landsdystir enn Øssur Hansen.
? Alt hevur tíð sína, og nú er mín tíð á landsliðnum liðug. Eg havi familju og gangi við ætlanum um at fara undir at byggja. Tað hevði kanska borið til at spælt á landsliðnum, men hugurin er ikki so góður longur, at eg vil ofra ta tíðina og orkuna, sum skal til, tá tú spælur á landsliðnum, sigur Øssur Hansen. Hann veit, hvat hann tosar um, tí hann hevur verið á landsliðnum í tíggju ár. Dagliga yrki hjá honum er at vera landformaður hjá einum av óføru útróðrarbátunum á Toftum, og so arbeiðir hann viðhvørt sum elektrikari.
Men tær restar bara ein dyst í teir hálvt hundrað?
? Tað hevði sjálvandi verið stuttligt at spælt landsdyst nummar 50, men soleiðis verður tað ikki. Við einum nýggjum venjara verður sjøtul nú settur á eitt nýtt tíðarskeið á landsliðnum. Eg fekk um endan á fyrsta tíðarskeiðnum, sum var tað hjá Páll Guðlaugsson, og eg havi havt møguleika at vera við alt tíðarskeiðið, sum Allan Simonsen var venjari. Tað hevur verið sera hugaligt og spennandi. Nógvir ungir og evnaríkir spælarar eru klárir at taka við. Soleiðis skal tað vera, og eg ynski venjarum og spælarum alt tað besta, sigur Øssur Hansen, sum framvegis fer at spæla í B68.
Hvør av teimum 49 landsdystunum, sum tú hevur spælt við í, stendur fremst í huganum?
? Tað eru fleiri. Tað hevur verið hugaligt at vunnið, og tað hevur verið spennandi at spælt ímóti stóru fótbóltstjóðunum sum eitt nú Spania, Russlandi og Jugoslavia. Heimadysturin ímóti Slovenia á Svangaskarði í 2000 var nakað heilt serligt. Í síðstu løtu megnaðu vit at venda tí, sum sá út til at verða trygt 2?0 tap til 2?2, og eg var so heppin at skora útjavnandi málið upp á fríspark, tá vanliga leiktíðin var farin, minnist Øssur Hansen, sum eisini skoraði 30. apríl í 1997, tá Føroyar vunnu 2?1 á Malta. Ta ferðina javnaði Øssur við brotssparki til 1?1.