Øssur fyrsti føroyingur á truplari klintrirutu

Øssur D. Eiriksfoss er fyrsti føroyingur at klintra eina uttandurða rutu á torleikastig 8a

Øssur Debes Eiriksfoss er  fyrsti føroyingur, at klintra eina uttandurða rutu á torleikastig8a. 

 

Hann hevur verið í Grikkalandi fyri stuttum og klintrað.

 

Øssur er adventure undirvísari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni, og tað er ikki so langt síðani, at hann gekk á odda, tá hann saman við starvsfeløgum megnaði at klintra upp á Báradrang útfyri Tvøroyri.

 

Fleiri myndir síggjast her:

https://www.facebook.com/itrottahaskulin/