Øssur í Fríðriksvági

Fjøltáttaður listarmaður sýnir fram málningar og gevur út fløgu

Í gjár lat upp framsýning í Gallarí Fríðriksvági í Vágsbotni í Havn. Tað er Øssur Johannesen, sum sýnir fram málnginar, og er framsýningin opin hvønn dag frá kl 16-17:30 fram til 30. oktober.
Samstundis gevur Øssur Johannesen út eina nýggja fløgu. Hann spælir sjálvur øll ljóðførini, bass, guittara og trummur.
Øssur Johannesen hevur eisini sjálvur komponerað, produserað og gjørt fløguhúsan.
Kartni Fornagarð tók upp, Jón McBirnie ljóðblandaði og plátufelagið Tutl gevur út fløguna.