Øssur Dam Jacobsen og fólkatingið

Góði Øssur Dam Jacobsen.
Síggi, at tú hevur eitt heldur háðandi innlegg í bløðunum, um fólkatingsarbeiðið hjá umboði Tjóðveldisfloksins. Tú hevur allan rætt til at finnast at tí arbeiði, ið verður gjørt á danatingi. Men grundgevingarnar tykjast mær vera tiknar úr leysum lofti og bygdar á fordómar og skeivleikar.

Hetta kenst næstan sum at lesa oddagreinir í Sosialinum, har ókvæmisorð um Tjóðveldisflokkin og útleggingar av, hvat Tjóð-veldisflokkurin eigur at gera og halda, er nærum einasta politiska evnið. Løgið kortini, at tú og Sosialurin ongantíð viðgera úrslitini av fólkatingsumboðanini og politikkinum hjá tykkara egnu flokkum, fólkaflokkinum og javnaðarflokkinum.
Tá tú tosar um knæfall fyri Nyrupi, so hugsi eg, at talan má verða um okkurt slag av sjálvspeii hjá tær mótvegis tínum egna flokki.

Valskráin hildin til punkt og prikkar
Tað er beinleiðis skeivt, tá tú sigur, at Tjóðveldisflokkurin ger nakað annað, enn tað, hann fór til val uppá.
Tjóðveldisflokkurin fór til val uppá at vera ein óheft, fræls og føroysk rødd á danatingi. Ein rødd fyri føroyska sjálvstýris- og fullveldisstríðnum. Ein rødd, sum ikki druknaði í donskum flokkum og donskum partapolitikki.
Endamálið var at nýta fólkatingsessin sum ein pall til tess at upplýsa, kunna um og stríðast fyri føroyskum tjóðarrættindum. Fyri sjálvsavgerðarrættinum, ognarrættinum og málsligu/mentanarligu rættindunum hjá føroysku tjóðini. (Um tú hevur hug, kanst tú fá eitt eintak av valskrá Tjóðveldisfloksins til kunningar.)
Hetta endamál er hildið til fulnar. Ja, til punkt og prikkar. Norðuratlantsbólkurin er skipaður saman við grønlendsku fólkatingsumboðunum, og setningurin hjá bólkinum er nærum orðarætt tann sami sum valskrá Tjóðveldisfloksins.
Bólkurin er óheftur av øllum donskum flokkum og partapolitikki - og hvør limur hevur annars sítt fulla frælsi at reisa tey mál, hann ynskir. (Sí heimasíðuna www.nab.fo.)

Valtekniskir bólkar ikki politisk binding
Longu eftir fólkatingsvalið gjørdi Norðuratlantsbólkurin tekniska valsamgongu við andstøðuflokkar á fólkatingi um nevndarval.
Hetta er púra sjálvsagt. Tjóðveldisflokkurin hevur eisini gjørt tekniska valsamgongu um nevndarval við Sambandsflokkin á Løgtingi fleiri ferðir. Tað merkir ikki, at nakar er politiskt heftur av tí og harí liggur ongin politisk binding av nøkrum slag. Tað átti tú at vita, sum fyrrverandi løgtingslimur.

Nevndarsessir onki prinsippmál
Henda tekniska valsamgonga gav longu í fjør Norðuratlantsbólkinum nakrar nevndarsessir. Og longu tá umhugsaði undirritaði, um gagn fyri føroysk tjóðarrættindi kundi fáast burturúr umboðan í týdningarmiklum nevndum.
Eg helt tó, at vit áttu ikki at gerast limur í tí serliga Føroya-bólkinum, tí hann er eitt slag av "alibii" hjá donsku stjórnini í føroyapolitikkinum - og við at gerast limir har, góðtóku vit henda alibi-politikk.
Viðvíkjandi øðrum nevndum áttu vit at bíða og meta um royndirnar og støðuna, og tí umboðaðu grønlendsku fólkatingslimirnar okkara bólk í øðrum nevndum fyrstu setuna.
Longu fyri jól í fjør, gjørdi núverandi fólkatingsumboðið, Torbjørn Jacobsen alment vart við, at hann helt, at nevndarumboðan átti at umhugsast, tí har kunnu spurningar setast, ráðharrar kallast inn o.a., sum ikki er so lætt í fólkatingsalinum. Serliga varð hugsað um Uttanríkisnevndina, Verjunevndina og Politiskt-búskaparligu nevndina, har mál verða viðgjørd, ið burturav hava við føroysk rættindi at gera.

Setningurin hildin
Torbjørn Jacobsen hevur nú tikið avgerð um at fara í tvær av hesum nevndum. Tað er hansara suverena val - bert hann ikki gerst partur av donskum innanríkis- og partapolitikki, sum flokkurin hevur samtykt.
Eg eri vísur í, at hann megnar at røkja valsetning Tjóðveldisfloksins í hesum arbeiði. Og tað er ein himmalvíður munur á hesum og at umboða ein danskan flokk í eini nevnd, soleiðis sum Lisbeth L. Petersen hevur valt at gera.
Eg dugi ikki at svara tær uppá, hví fleiri fjølmiðlar og tú sjálvur hava lagt hetta út sum brot á eitt prinsipp hjá Tjóðveldisflokkinum.

Meira av skafti enn seinastu 25 árini
Hesir fyrstu tíggju mánaðirnar hava sannført meg um, at longu nú er meira komið av skafti á Fólkatingi til frama fyri føroysk áhugamál enn seinastu 25 árini. Uppá 10 mánaðir er meira kunnað, fleiri fyrispurningar og fleiri uppskot sett fram, enn bæði tey undanfarnu umboðini settu fram alt valskeiðið seinast.
Ert tú ósamdur í hesum, og kanst vísa á úrslitini á fólkatingi hjá tínum egna flokki til frama fyri føroysk rættindi,seinastu 17 árini, so lurti eg fegin.