Øssur Bæk fegin um heiðurslegat

? Hetta er ein stór viðurkenning fyri meg sum tónleikara, sigur føroyski violinspælarin Øssur Bæk, sum júst hevur fingið heiðurslegat úr Peder Møllers Mindefonds Legat

Í mai mánaði í ár varð Øssur Bæk heiðraður við heiðurslegatinum úr Peder Møllers Mindefonds Legat.
? Eg fekk eitt bræv innum dyrnar frá einum advokatvirki fyrr í ár, og eg visti einki um hetta frammanundan, sigur Øssur Bæk, sum farnu vikuna hevur vant saman við klassiska tónleikabólkinum Aldubáruni. Bólkurin hevur konsert leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum.

Stór viðurkenning
Tí kom tað sera óvart á Øssur, at júst hann varð valdur at fáa hetta legatið. Tað eru danskir tónleikarar, ið greiða atkvøðu um, hvør skal fáa hetta heiðurslegat, og tí er tað samstundis ein stór viðurkenning fyri ein og hvønn violinleikara.
? Hetta er ein stór viðurkenning fyri meg sum violinleikara, og eg eri sera glaður um at fáa hetta legatið, sigur Øssur Bæk.
Í endamálsgreinini hjá Peder Møller Mindefonds Legat verður sagt, at heiðurin verður givin til violinistar "som har gjort sig særlig kunstnerisk bemærket".
Grunnurin er uppkallaður eftir Peder Møller, sum var hin fyrsti danski violin virtuosurin, ið megnaði at liva av at spæla solo. Hann frumframførdi m.a. Carl Nielsens violinkonsert.
Tann fyrsti violinleikarin, ið fekk heiðurslegatið var navnframi Wandy Tworek, sum eisini hevur vitjað í Føroyum. Eisini hava kendir leikarar so sum Kim Sjøgren og Nikolaj Znaider fingið hetta legatið.
Teir, ið vegna grunnin gera av, hvør skal hava legatið, eru violinprofessarin við Det Kongelige Danske Musikkonseratorium, Peder Elbæk, bratschprofessarin Kim Frederiksen og fyrrverandi kongaligi konsertmeistarin Eivind Sand Kjeldsen.

Yrkisleikari
Øssur Bæk er 38 ára gamal og hevur búð í Danmark alt sítt lív. Hann hevur tó fast tilknýti til Føroyar og vitjar her einar tvær ferðir um árið.
Hann er fastur limur í Aldubáruni, har hann hevur spælt síðan bólkurin varð settur á stovn í 1995. Í løtuni er Øssur í føstum starvi í Jysk Ensemble í Viborg Amt.
Til konsertina leygarkvøldið fer Øssur at spæla nøkur verk saman við bróðir sínum Rúna Bæk, sum júst hevur lokið útbúgving sum violinleikari í New York. Teir báðir fara at spæla verk eftir farbróðirin Kára Bæk.
Øssur Bæk fór at spæla violin sum átta ára gamal á Suzuki Instituttinum í Keypmannahavn. Síðan fekk hann undirvísing frá Bela Detreköy á Carl Nielsens Akademinum í Odense og spældi samstundis við Odense Symfoniorkester.
Hann fór víðari í læru hjá Viktor Liberman við lærda tónleikaháskúlan í Utrecht í Hollandi og fekk solist diplom í 1990. Í nøkur ár arbeiddi hann sum fyrsti violinistur í Kongaliga Kapellinum í Danmark og var eisini við til at stovna Kongelige Kapels Kammerorkester.