Stig verður nú tikið til at seta á stovn eitt sokallað SSP samstarv. Tað eru landsstýrismenninir í mentamálum og almanna- og heilsumálum, sum saman við fútanum hava sett á stovn hetta samstarv.
SSP er eitt samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið, og sum ein liður í fyrireikandi arbeiðnum hesum viðvíkjandi verður skipað fyri eini ráðstevnu fyri avvarðandi partarnar á økinum. Tað vil siga myndugleikum, stovnum og øðrum, sum varða av børnum og ungum. Tað eru landsstýrismenninir og fútin sum hava gjørt av at skipa fyri hesum tiltaki.
Endamálið við ráðstevnuni er at kunna fólki um ætlaða SSP samstarvið, og at fáa íblástur til framhaldandi arbeiði innan hetta øki.
Fyriskiparar og íverksetarar miða harafturat eftir at fáa sett ítøkiligar fyriskipanir í verk, soleiðis at eitt skipa samstarv á hesum øki kann byrja í heyst.
SSP-ráðstevnan verður hildin í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í dag seinnapartin.