Tveir bilar vórðu stolnir í Havn seinnapartin í gjár. Hin fyrri varð stolin uttanfyri Ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum tíðliga seinnapartin.
- Hesin bilurin varð funnin aftur óskaddur við Posta á Óðinshædd nakað seinni.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at enn ein bilur varð stolin ikki langt av leið við Posta á Óðinshædd, har hin fyrri varð funnin.
- Tað er tí okkurt, sum bendir á, at samanhangur kann vera ímillum hesar báðar hendingarnar, men tað vita vit ikki í løtuni.
Talan kann eisini vera um tilvild.
Vaktleiðarin segði í morgun, at bilurin, sum varð stolin við Óðinshædd, ikki er komin afturíaftur.
Talan er um ein bronsulittan Nissan Qashqai frá 2017 við nummarspjaldrinum TS 327.
- Vit vilja fegin frætta, um onkur veit um bilin at siga.
Vaktleiðarin legði aftrat, at bilurin, sum er stolin við Posta, hvarv seinnapartin í gjár - onkustaðni millum klokkan 13.30 og 17.
Í morgun visti løgreglan ikki, hvussu tann ella tey, sum tóku bilarnar, hava fingið fatur á lyklunum.
- Men, tað verður so eisini ein partur av málinum, legði vaktleiðarin aftrat.