SSL væntaði at klára rakstur við flutningi

- Árligi raksturin av Hasfjord væntast at kosta umleið sjey miljónir, sum SSL metir kann fíggjast við farmaflutningi, segði Jørgen Niclasen, tá hann bað løgtingið um pengar til skipakeyp.

 

 

Í gjár vóru borgarafundir í Hesti og í Skopun í samband við, at Strandfaraskip Landsins arbeiða við nýggjari og broyttari ferðaætlan á sandoyar-og hestleiðini. Á fundunum løgdu umboð fyri SSL uppskot fram um nýggja ferðaætlan, sum hevur skerjingar av tænastuni, sum er galdandi í dag, við sær.

Spógvin, sum hevur røkt sigling millum Gomlurætt og Hest, skal sambært ætlanini takast úr sigling, tí eingin játtan er til bátin, hvørki í fjør, ei heldur í ár. Um stutta tíð kemur farmaskipið Hasfjord í sigling um Skopunarfjørð, og tey vóru mong, sum væntaðu, at núgaldandi ferðaætlan fór at vera varðveitt - og at Hasfjord bara kom aftrat.

Men, so væl spælir klaverið hjá Strandfaraskipum Landsins eftir øllum at døma ikki. Uppskotið, sum varð lagd fyri borgarafundin í Skopun, ber við sær, at Teistin fer seinasta túr av Gomlurætt til Skopunar klokkan 20, og síðan skal Hasfjord, sum bert tekur 12 ferðafólk, sigla teir báðar seinastu túrarnar.

Sambært Strandfaraskipum Landsins er eingin rakstrarjáttan til Hasfjord, sum kann hava við sær, at Teistin kann sigla, sum hann hevur gjørt. Hetta tykir tó mongum løgið, tá hugt verður eftir, hvat Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði í samband við eykajáttanarlógina fyri desember 2019.

Jørgen Niclasen vísti á, at Sandoyarleiðin seinnu árini hevur verið merkt av støðugum vøkstri í farma- og ferðafólkatali. Ymiskt hevur verið gjørt fyri at nøkta tann alsamt veksandi tørvin; túratalið er økt til tað mesta, ið loyvt er, tá atlit skal takast til altjóða reglur og sáttmálar við manningarfeløg.

- Strandfaraskip Landsins hava seinastu tíðina hugt eftir, um til ber at fáa hóskandi lastaskip til vega fyri at taka tað ringasta trýstið, sum fer at koma á Teistan. Biðið verður um eykajáttan á 10 mioljónir krónur til endamálið, og tá  eru klassakrøvini til ymiskar tilrættingar íroknað.

Men, tað var ikki bara hetta, sum Jørgen Niclasen segði í umbønini um eykajáttan til Hasfjord. Hann segði eisini soleiðis: "Árligi raksturin (av Hasfjord) væntast at kosta umleið sjey miljónir krónur,  sum SSL metir kann fíggjast av stóra farmaflutninginum..."

Sigast má, at henda útsøgn hjá landsstýrismanninum, Jørgeni Niclasen og Strandfaraskipum Landsins ikki rættiliga stendur mát við tað, sum sagt varð á borgarafundinum í Skopun í gjár. Fólk, sum lýddu á, skiltu umboðini hjá SSL soleiðis, at fundurin ikki minst var eitt neyðarróp eftir rakstrarfígging, nú Hasfjord skjótt fer í sigling.

##med2##