Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið 2014 hevur verið eitt hendingaríkt og spennandi ár. Hetta er eisini er tað árið eftir mong ár i skugganum av figgjarkreppuni, har allir vinnuligir pílar venda rætta vegin. Byggivinna, alivinna, fiskivinna, sjóvinna, ferðavinna, flogvinna, handils-og tænastuvinna og aðrar vinnur ganga allar væl. Tú merkir eisini, at fólk hava fingið nýtsluhugin aftur og tora at keypa aftur. Tað er gott fyri vinnu-og handilslivið og viðvirkar, at samfelagshjólini koyra skjótari, eins og inntøkurnar veksa.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- Tá eg hugsi um mítt økið, eru tad fleiri ting, eg minnist væl, eitt nú útbyggingin av Vága Floghavn við avlevering av nýggja terminalinum - og at Atlantic Airways aftur loksins er ogn landsins og tænir brúkarunum optimalt við ferðakostnað, sum øll kunnu liva við og við fleiri destignatiónum.
Landsstýrismaðurin fegnast eisini um, at makrelstríðið vid ES er av. Tað er gott og nakað, vit minnast. At ferðavinnustrategiin sær út til at eydnast, er eisini einastandandi.
Johan Dahl sigur, at tað, sum fyri hann hevur verið møtumikið og hevur sett seg í minnið og hevur verið tyngjandi i 2014, er SSL-málið.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Eg havi havt fleiri góðar persónligar upplivingar i 2014. Tad er trupult at taka nakra framm um aðra. Men, ein av teimum stóru var túrur mín í USA fyrr í summar. Hetta var ein einastandandi uppliving. At seta studentarhúgvuna á høvdið á yngsta soninum, var eisini ein pragtfull kensla - eg var sera glaður hansara vegna.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Tad er einki, sum eg vil gloyma í 2014. Eg haldi, at tú skalt vera glaður og takksamur fyri tað góða - og tad trupla, keðiliga og minni góða skal tú taka til tín, leggja tað í skjáttu tína og læra av tí.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- At heimurin verður friðarligari, og at ekstremisman verður køvd kring heimin, men tad er nokk utopiskt at ynskja sær. Her heima ynski eg, at vinnuliga framgongdin og menningin av samfelagnum heldur fram, at fólk í Føroyum sum heild fáa ein "giver" - heldur enn ein "taker" hugburð og at fôlkavøksturin, sum er byrjaður aftur, heldur fram. Og seinast ynski eg, at Sambandsflokkurin fær eitt gott komandi val, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.










