SsangYong Rexton RX 290 ? jeepur í luksusklassanum

Suðurkoreanska Ssangyong bilverksmiðjan framleiðir sínar egnu bilar við Mercedes-Benz motorum. Bilverkstaðið v. Hans J Kollsker á Hjalla, ið umboðar bilarnar her hjá okkum, hevur fingið ein heilt nýggjan SsangYong Rexton RX290

SsangYong Motor Company í Suðurkorea framleiða sínar egnu bilar við Mercedes-Benz motorum. Teir samstarva við Mercedes-Benz og hava loyvi at brúka teirra motorar í SsangYong bilunum. SsangYong jeeparnir eru ikki helt ókendir her hjá okkum, Musso jeeparnir hava koyrt her í fleiri ár.
Hesin nýggi Rexton er ein stórur og sera væl útgjørdur jeepur við 7 sitiplássum. Tað merkist beinanvegin at talan er um ein bil í luksusklassanum. Hann er sermerktur av útsjónd og ringur at seta í bás. Á intrumentborðinum sæst líkheitin við Mercedes-Benz. Har er tað sum minnir um nøtutræpanelir allastaðni, á rattinum, á instrumentborðinum, í gardanboksini, á girknøttinum og á hurðabetrekkunum.
Alt er merkt av gjøgnumførdum kvaliteti.
Við at trýsta á knøttar á instrumentborðinum verður skift millum 2 ella 4 hjólsdrift.
Bilurin vit royndarkoyrdu var ein RX290 við 2,9 litur 5 syl. 145 hk turbodiesel motori og 4-trins automatgirkassa. Rexton fæst eisini við besinmotorum í tveimum støddum: 2,3 litur 4 syl. við 147 hk og 3,2 litur 6 syl. við 217 hk. Bilurin fæst við stoff- og leðursetrum. SsangYong Rexton kann síggjast og roynast á bilverkstaðnum hjá Hans J. Kollsker á Hjalla.

???

SsangYong Rexton RX290

Motorurin2,9 litur 5 syl. turbo diesel við 145 hk
Oljunýtsla 11,3 km/ l
Dekkstødd255/65-16
Stødd og vekt:
Longd472,0 cm
Breidd187,0 cm
Hædd183,0 cm
Eginvekt1859 kg
Totalvekt2550 kg
Prísurkr. 479.000 (7 persóna)
kr. 350.000 (vøruvognur)
SøluumboðBilverkstaðið v.Hans Jacob Kollsker
á Hjalla
FO-188 Hoyvík
Tel. 311013