SsangYong Actyon

Actyon er nýggjasti bilurin frá suðurkoreansku SsangYong verksmiðjuni á føroyska marknaðinum. Talan er um ein væl koyrandi sportligan coupé við 5 hurðum og SUV eginleikum

Suðurkoreanska SsangYong verksmiðjan, ið hevur meira enn 50 ár á baki, byrjaði sína framleiðslu við arbeiðsbilum sum t.d. lastilum, bussum og øðrum sergjørdum akførum í 1954. Gjøgnum árini hevur verksmiðjan ment seg, og síðan fyrst í 90-unum hava teir samstarvað við týsku Mercedes-Benz, serliga um motorar og girkassar.


Nýggjasta modellið á føroyska marknaðinum er Actyon, ið faktiskt er ein sportligur coupé við SUV (Sport Utility Vehicle) eginleikum. Bilurin hevur við fimm sitipláss við liðiligari innrætting.


Kvaliteturin í kabinuni er týðuliga merktur av Mercedes-Benz samstarvinum. Designið er einfalt og smart, samstundis sum tað er í klassiskum stíli. Øll í bilinum sita høgt og væl við góðum útsýni.


Actyon er væl útgjørdur við til dømis ESP, ARP, HDC, klimaanleggi, hita í setrunum, radio við fløguspælara, 16" alu-felgum, el-síðuspeglum og el-síðurútum. Umframt hita í forrútinum. Dubult airbag og gardinairbag eru sjálvsøgd.


Motorurin er ein 2.0 litra common rail diesel við 141 hk og einum snúningsmomenti upp á 310 Nm við 1.800 snún/min. Sami motorur sum er í SsangYong Kyron.


Bilurin orkar væl, og uttan trupulleikar sleipar hann ein viðfestisvogn, sum vigar væl yvir tvey tons. Hetta er væl meira enn aðrir SUV í hesi støddini.


Actyon fæst bæði sum forhjólsdrivin og sum 4x4 í útgávunum Freedom ella Spirit.


Bilurin kann royndarkoyrast hjá Sp/f Bilverkstaðnum v/ H. J. Kollsker á Hjalla. Prísirnir byrja við 308.056 kr v/ mvg fyri persónbilin og 264.214 kr v/mvg fyri vørubilin.