In.fo skrivaði fyrr í vikuni, at René Shaki Joensen er á veg til HB, og at hetta er eitt ynski hjá honum. Nú hevur venjarin hjá Grindavík, Srdjan Tufegdzic, sagt við íslendsku heimasíðuna, fotbolti.net, at einki hald er í søguni.
- Hetta er ikki fyrstu ferð føroyskir miðlar skriva, at René er á veg úr Grindavík. Tað er einki í hesum. René er Grindavík-spælari, og tað verður hann framhaldandi, sigur Srdjan Tufegdzic.
##med2##
Venjarin hjá Grindavík sigur víðari, at um HB er áhugað í at fáa René í summar, so má felagið tosa við Grindavík, har René er sáttmálabundin til 1. novembur. In.fo kann vátta, at HB hevur verið í sambandi við Grindavík, og at René Shaki Joensen hevur eitt ynski um at skifta.
In.fo hevur í fjør eisini skrivað, at René Shaki Joensen ynskti at koma til annað felag. Tá var ætlanin tó, at koma til eitt størri fótbóltsfelag, sum hevur eitt størri grundarlag. Hendan ætlanin tykist nú vera slept fyribils.











