Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, avdúkaði í dag, at hann hevur havt fleiri loyniligar samrøður við ísraelska verjumálaráðharran, Ehud Barak, í seinastuni. Tann seinasti fundurin teirra millum var tann 24. august.
Mahmoud Abbas vildi ikki siga, hvat teir báðir hava tosað um, ella hvussu leingi teir hava tingast. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at samrøðurnar snúðu seg um møguleikarnar fyri at taka samráðingarnar um frið í Miðeystri uppaftur.
Ísraelska verjumálaráðið vil ikki gera viðmerkingar til upplýsingarnar. Fyrr í dag bað ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, palestinska forsetan taka samráðingarnar um frið uppaftur.
-Hann kann koma til Jerusalem, eg kann fara til Ramallah, ella vit kunnu báðir fara til Bruxelles, segði Netanyahu aftan á ein fund við belgiska forsætisráðharran, Yves Leterme, í dag.