Ísraelsmenn mótmæla livikorunum

Túsundtals ísraelsmenn gingu í gjárkvøldið mótmælisgongu í Tel Aviv og øðrum býum, har tey mótmæltu tí veksandi stættarmuninum í samfelagnum og tí høga livikostnaðinum.

Í Tel Aviv gingu umleið 5.000 fólk mótmælisgongu í einari roynd at blása nýtt lív í mótmælisrørsluna, sum gjørdi vart við seg um alt Ísrael seinasta summar. Eisini í Jerusalem og Haifa vóru mótmælisgongur í gjár.

Mótmælisgongurnar seinasta summar byrjaðu sum mótmæli ímóti høgum bústaðarútreiðslum, men sum frá leið fóru tær at snúgva seg um livikostnaðin sum heild. Tað størsta tiltakið var í september, tá umleið 400.000 fólk gingu mótmælisgongu.