Løgrteglan vil millum annaðvera við, at maðurin hevur skipað fyri atsóknum at arabiskum limum í ísraelska tjóðartinginum.
Í íbúðini hjá manninum fann løgreglan fleiri skotvápn og fleiri kuffert, sum vóru full av spreingievni. Maðurin býr saman við foreldrunum í Haifa har norðuri í Ísrael, og sambært løgregluni hevur hann gjørt fleiri bumbur tey seinastu árini.
Millum annað vil løgreglan vera við, at tann 22 ára gamli maðurin legði eina bumbu undir bilin hjá arabiska tingmanninum Issam Makhol í 2001. Bumban brast, tá kona tingmannin setti seg í bilin, men eingin fekk kortini skaða. Løgreglan heldur, at tann 22 ára gamli hevði lagt ætlanir um at søkja at trimum øðrum arabiskum limum í ísraelska tjóðartinginum. Hann er eisini undir illgruna fyri at hava lagt níggju bumbur ymsastaðni í heimbýnum Haifa.
Maðurin hevur greitt løgregluni frá, at hann hatar arabar og allar jødar, sum halda av arabum.