Ísraelskur ráðharri mælir til at drepa Arafat

Ísraelski ráðharrin Effi Eitan mælti í gjár til, at Yasser Arafat og næstu menn hansara verða fyribeindir

Effi Eitan, sum er ráðharri uttan ráðstovu, mælti eisini til, at ein annar palestinskur leiðari, Marwan Barghouti, sum hevur sitið í einum ísraelskum fongsli síðani í apríl, verður tikin av døgum.
- Hann hevur ikki uppiborið annað enn deyðan, men ístaðin fyri tóku vit hann higar, og nú noyðast vit at góðtaka hansara løgfrøðiligu rættindi, segði Effi Eitan við ísraelska útvarpið í gjár. Hetta er ikki fyrstu ferð, athann almannakunnger sína hugsan. Sambært blaðnum Maariv gjørdi hann tað eisini í einari synagogu herfyri.
- Arafatog hansara drápsmannaharkalið, sum hava beint fyri fleiri hundrað ísraelsmonnum, hava ikki uppiborið annað enn deyðan. Arafater ein drápsmaður, sum eigur at verða dripin, segði ráðharrin við útvarpið.
Sambært Maariv skal Effi Eitan hava sagt í einari synagogu, at Marwan Barghouti átti at verið drigin út í tún og har fingið eina kúlu í høvdið.
Effi Eitan er formaður í tí lítla víðgongda høgraflokkinum Tjóðskaparliga átrúnaðarliga flokkinum. Hann er fyrrverandi gene-ralur í ísraelska herinum og verður vanliga roknaður sum talsmaður hjá teimum ísraelsmonnunum, sum hava búsett seg í teimum palestinsku økjunum.