Palestinska sjálvmorðsbumban, sum drap níggju ísraelssmenn í Tel Aviv seinasta mánadag, fekk øði í ísraelsku herleiðsluna. Sambært blaðnum Maariv kravdi verjuovastin, Dan Halutz, generalur, at ísraelski herurin skuldi fara undir eina vápnaða uppgerð við Hamas beinanvegin. Blaðið við vera við, at verjuovastin og fleiri av hansara næstu monnum eru av teirri áskoðan, at tað slepst ikki undan einum samanbresti við Hamas, og at Ísrael eins væl kann taka uppgerðina alt fyri eitt.
Kravið frá verjuovastanum bleiv sambært Maariv viðgjørt á einum stjórnarfundi kvøldið eftir bumbuspreingingina, men eftir drúgva viðgerð gjørdi stjórnin av at havna kravinum. Serliga uttanríkisráðharrin, Tzipi Livni, skal hava verið ímóti einari hernaðarligari uppgerð við Hamas. Ehud Olmert, forsætisráðharri, helt tó fast um, at Ísrael fer at svara atsóknini í Tel Aviv á ein hóskandi hátt, sum hann tók til.
Maariv skrivar, at herleiðslan var sera misnøgd við avgerðina hjá stjórnini, og ovastin í fregnartænastuni, generalurin Amos Yadlin, skal hava sagt, at nú Hamas situr við tí politiska valdinum hjá palestinum, eru allir almennir bygningar í teimum palestinsku økjunum lóglig álopsmál.
Vit eiga at kappa høvdið av slanguni, áðrenn hon gerst til ein dreka, siga generalarnir sambært Maariv.










