Ísraelska stjórnin ikki tíð at tosa við Carter

Leiðararnir í ísraelsku stjórnini vilja ikki tosa við fyrrverandi amerikanska forsetan Jimmy Carter, sum fer undir enn eina friðarferð í Miðeystri í morgin Jimmy Carter hevur ikki verið høgt í metum í Ísrael síðani 2006, tá hann samanbar ísraelska politikkin mótvegis palestinum við framferðina hjá gamla apartheidstýrinum í Suðruafrika.

Tað hevur ikki bøtt um støðuna, at Carter undan ferðini til Miðeysturs hevur sagt, at hann ætlar sær til Sýrialands at tosa við umboð fyri Hamas.

-Eftir mínari hugsan ber tað ikki til at fáa ein rættvísan frið millum ísraelsmenn og palestinar uttan um Hamas, segði Jimmy Carter í gjár.

Ein talsmaður fyri ísraelsku stjórnina sigur, at hvørki Ehmud Olmert, forsætisráðharri, Tzipi Livni, uttanríkisráðharri ella Ehud Barak, verjumálaráðharri hava tíð at hitta Jimmy Carter.