Ísraelska álopið skal kannast

ES krevur, at tað verður kannað til botns, hvat hendi, tá ísraelskir hermenn tóku seg umborð á neyðhjálparskipini, sum vóru á veg til Gaza-geiran.

-Uttanríkispolitiski leiðarin hjá samveldinum, Catherine Ashton, harmast tilburðin og hevur samkenslu við teimum, sum hava mist, sigur talsmaður hennara við fjølmiðlarnar.

Talsmaðurin leggur afturat, at Catherine Ashton krevur, at tilburðurin verður gjølla kannaður. Samstundis vil hon hava Ísrael at gevast við at avbyrgja Gaza-geiran, so neyðhjálp, vanligar handilsvørur og fólk kunnu sleppa inn og út.

Pakestinski forsetin, Mahmoud Abbas, er í øðini inn á ísraelsku framferðina og kallar hana ?hópdráp?.

Ísraelska herleiðslan sigur, at onkur umborð á neyðhjálparskipunum skeyt fyrst, og at hermenninir svaraðu aftur.

Ein turkiskur hjálparfelagsskapur sigur, at minst 15 fólk, teir flestu turkar, doyðu, tá ísraelski herflotin søkti at neyðhjálparskipunum og setti hermenn umborð á tey. Ísraelsku myndugleikarnir hava sagt, at minst 10 ?aktivistar? hava latið lív.