Ísraelsferð 14. - 26. oktober

14. ? 26. oktober verður skipað fyri ein spennandi Ísraelsferð. Á ferðini verður vitjað á øllum teimum kendu støðunum. Blaðstjórin á Trúboðanum og sjómanstrúboðarin eru ferðaleiðarar.

Í fleiri ár hava føroyskir bólkar ferðast til Ísraels fyri at síggja og uppliva tey heilagu og kendu støðini frá Bíbliuni. Sum heild hava luttakararnir verið sera glaðir fyri ferðirnar. Um tú ikki enn hevur verið í Ísrael ella tær leingist at fara aftur, so er møguleiki í heyst, tá ið skipað verður fyri eini nýggjari ferð.

Enn eru nøkur pláss eftir. Tekningarfreistin er 13. august.

Farið verður úr Føroyum 14. oktober og víðari úr Keypmannahavn 15. oktober. Á ferðini verður búð á miðalgóðum hotellum og koyrt verður runt í góðum bussi. Komið verður heimaftur til Føroya 26. oktober.

Ferðaleiðarar vera Frants Jensen, blaðstjóri á Trúboðanum, og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari. Teir hava báðir verið fleiri ferðir í Ísrael og hava eisini nógvar royndir at ferðast við bólkum uttanlands.

Á ferðini verður eisini lagdur dentur á at hava ein góðan kristnan felagsskap.

Meira fæst at vita um Ísraelsferðina á heimasíðuni www.israel.fo