Ísraelsdagur á Strondum sunnudagin

Sunnudagin verður ein evnisdagur um Ísrael í missiónshúsinum á Strondum. Fleiri føroyskir volontørar, sum vóru í Ísrael í fjør, taka lut og greiða frá

Tað er Ísraelsmissiónin, ið skipar fyri evnisdegnum um Ísrael, og vera tað føroyingar, ið hava verið volontørar í Ísrael seinasta árið, ið tala, greiða frá og vísa myndir.

Byrjað verður klokkan 16 við evninum ?Missión í Ísrael?. Bergur Debes Joensen, sum loysti av síðsta summar sum prestur í Immanuelskirkjuni í Jaffa í Tel Aviv, fer at greiða frá upplivingum har og støðuni hjá jødum, ið trúgva á Jesus. Konan, Asta, verður eisini við, og saman fara tey at vísa myndir og greiða frá tíðini í Ísrael. Klokkan 18 er nátturði, og klokkan 19 er møti, har Jóhan Henriksen talar. Har fara føroyskir volontørar, sum vóru við í volontørarbeiðinum Yad va Lev hjá Orðið & Ísrael í Jerúsalem í fjør, at greiða frá og vísa myndir.

Savnað verður inn til Ísraelsmissiónina.

Á evnisdegnum verður eisini kunnað um ymiskt viðvíkjandi Ísrael og støðuni har. Eisini ber til at fáa bøkur, fløgur og annað tilfar, sum hevur við Ísrael at gera.

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin!