Ísraels í fokus á Argjum, Sandavági og Leirvík

Hesar komandi dagarnar skipar Ísraelsmissiónin fyri serligum tiltøkum í Sandavági, á Argjum og í Leirvík. Aðalskrivarin í donsku Ísraelsmissiónini, Bodil Skjøtt, talar

Ísraelsmissiónin vil við hesum tiltaki seta fokus á Ísrael – bæði í bíbilskari tíð og á okkara tíð.

Høvuðstalari á tiltøkunum, er Bodil Skjøtt, aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini. Hon hevur saman við familjuni búð 10 ár í Ísrael og hevur verið aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini í fleiri ár og kennir tí sera væl til arbeiðið og umstøðurnar í Ísrael. Umframt at virka millum jødarnar hevur hon eisini verið virkin at stuðla friðararbeiði millum jødar og palestinar.

Bodil fer at virka við á kvøldmøtum í Sandavági og Argjum 14. og 15. september, og síðani á vikuskiftistiltaki í Leirvík frá 16 til 18. september.

Hon fer millum annað at tala um støðuna hjá messianskum ristnum jødum, friðararbeiði millum jødar og palestinar og um ísraelsmissión.

Fríggjakvøldið verður eitt ungdómskvøld burturav í Leirvík. Tá fer Ísraelstoymið, ið var í Ísrael í summar, at virka við og greiða frá, hvat tey gjørdu og upplivdu á ítróttarlegu millum drusar í Norðurísrael.

(Mynd: Bodil Skjøtt, aðalskrivari í donsku Ísraelsmissiónini, verður við til ísraelstiltøkini)