Ísraelittar eru í kvøld farnir inn í Gaza

Vælbrynjaðir fóru ísraelittar í skýmingini í kvøld inn í Gaza Ísrelittar og Hamas hava higartil bara skotið við rakettum móti hvørjum øðrum, men í kvøld fóru ísraelittar við stórum herdeildum inn í Gaza bý, tað skrivar Jerusalem Post í kvøld.

Í allan dag hevur verið skotið við rakettum í norðara part av Gaza, skotið hevur verið eftir meira enn 40 ymiskum støðum, har ísraelittar halda at Hamas viðhaldsfólk halda til.

Ætlanin er ikki at taka landaøkið í Gaza, tað hevur Edud Olmert fyrr sagt. Ísrael tók seg úr Gaza í 2005, eftir at hava havt økið í 38 ár, men ísraelittar eru fleiri ferðir farnir inn í Gaza og hava eisini gjørt luftálop í økinum.