Heimasíðan hjá Liverpool boðar í dag frá, at keypið av ísraelska Yossi Benayoun er so gott sum avgreitt, nú Benayoun hevur góðkent sáttmálan frá Liverpool og avvíst at leingja sáttmálan við West Ham.
Somuleiðis stendur skriva á heimasíðuni, at enska stórfelagið hevur fingið loyvi at samráðast við hollendska Ryan Babel úr felagnum Ajax.
? Vit eru ikki komnir heilt á mál við Ryan Babel, men vit vóna at røkka eini semju við Ajax skjótt, sigur Rick Parry, stjóri, í Liverpool Football Club.