VITJAN
Fyri sløkum tveimum vikum síðani var ísraleski sendiharrin í Danmark, Carmi Gillon, á vitjan í Føroyum.
Tað var felagið Vinir Ìsraels, sum tók stig til vitjanina. Ferðast varð kring landið og fundur vórðu hildnir bæði við landsstýrismenn og fyri limir í Vinir Ísraels, har undirtøkan var framúr góð. Vitjað varð millum annað í Klaksvík og á Eiði. Vinir Ìsraels sigur, at vitjanin riggaði stak væl, og nógv fólk vóru á kunnandi fundi við sendiharranum.
Carmi Gillon er annars ikki hvør sum helst. Hann er víðagitin í fleiri londum fyri sítt fyrrverandi starv sum ovasti fyri Shabak, sum er innanlands trygdarløgreglan í Ìsrael. Shabak fæst millum annað við mótnjósning, og Carmi Gillon hevur verið frammi í donskum fjølmiðlunum við ymsum úttalilsum um avhoyringar av fangum.
Tað eru smá tvey ár síðani, at hann tók við sum ísraelskur sendiharri í Danmark. Hann sigur seg fylgja heilt væl við, hvat hendir í Føroyum sum part av hansara arbeiðið. Hetta er kortini hansara vitjan í Føroyum.
?Føroyar og Ísrael eru rættiliga lík á nógvum økjum. Tað burdi ligið væl fyri at stamstarva, sigur Carmi Gillon.
Carmi Gillon ger fegin viðmerkingar til spentu støðuna í Miðeyestri, men tað lata vit fyri tað nógva liggja á hesum sinni.
Hann ræður kortini fólki til at seta seg væl inn í tinginum, áðrenn tey taka eina støðu, tí alt er ikki so einfalt at skilja.
KT og aling
Ísrael telist millum trý tey fremstu londini í heiminum innan KT. Tað er serligan innan trygd á telduskipanum, at ísraelar hava gjørt seg galdandi seinnu árini. So nógv, at KT er vorðið størsta vinnugreinin í Ìsrael.
Og KT er nakað, føroyingar hava áhuga fyri eisini. Ísraelskar fyritøkur eru áhugaðar í at fáa størri part í evropeiska marknaðinum. Her kann tað hugsast, at samstarvsavtalur kunnu koma í lag við føroyskar fyritøkur.
Ein av fundunum hjá Carmi Gillon í Føroyum var við KT-felagið. Ein av mest spennandi verkætlanum í Føroyum í løtuni er Bitland, ið KT-felagið spælir ein leiklut í.
Ólavur Ellefsen, sum bæði er partur av leiðsluni í Bitland og KT-felagnum, sigur, at fundurin við Garmi Gillon var positivur, hóast ikki so nógv konkret var á skránni.
? Vit fóru glaðir av fundinum, og vit arbeiða nú við at fáa eitt samstarv í lag, sigur Òlavur Ellefsen.
Men ísraelar ætla ikki bera at koma hendanvegin við KT. Eisini føroyska alingin
hevur vakt áhuga millum ísraelar.
-? Tað er týðuligt, at føroyingar eru á einum høgum vitanarstøði innan fyri alivinnuni. Vit fáast eisini við aling í Ísrael. Hóast tað er undir øðrum umstøðum, so kunnu vit læra nógv av føroyingum, sigur Carmi Gillon.
Hugsast kann eisini, at ísraelar eru áhugaðir í at innflyta meira úr Føroyum.
? Sum er innflyta vit nógvan laks úr Norra. Eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki tað sama kundu innflutt úr Føroyum, sigur Carmi Gillon.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur saman við øðrum verið í Ísrael og kunna seg um teirra virksemið við kunningartøkni.
Carmi Gillon hevur eisini boðið Anfinni Kallsberg, løgmanni, til Ísraels.
Fríhandil
Carmi Gillon var á fundi við Bjarna Djurholm, Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg.
Herluf Sigvaldsson, deildarstjóri á uttanlands deildini á Løgmansskrivstovuni, sigur, at talan er um at fáa í lag formelt samstarv við Ísrael. Higartil er munnligt avtala gjørd um at arbeiða víðari við samstarvinum landanna millum.
? Tað liggur í luftini at gera eina fríhandilsavtalu, sigur Herfluf Sigvaldsson.
Føroyar hevur fríhandilsavtalur við eitt nú ES og Ìsland sum er. Ein tílík avtala merkir vørufrælsi landanna millum, har allar forðingar, t.e. tollur og kvantitativar forðingar, fyri vøruhandli verða tiknar burtur.
Tað er altíð lætt at práta leyst og fast, men Carmi Gillon heldur, at góðir møguleikar eru fyri, at talan kann verða um gott ítøkiligt samstarv.
? Nú skulu vit fylla samstarvið, sigur Carmi Gillon at enda.
--
Mynd: Ísraelski sendiharrin í Carmi Gillon var herfyri á vitjan í Føroyum. Her greiddi hann frá, at ísraelarar eru sera áhugaðir í føroyskari aling.
Mynd: Heri á Rógvi










