Vitjan
Jeffri Johannesen, sølumaður hjá Oilwind, sigur, at ísraelsmenninir fáast við fiskivinnu og sóu línuskipanina hjá Oilwind á filmi, sum liggur á heimasíðu felagsins.
- Indarin, sum er her saman við teimum, er hýruvognsførari í London, og hann koyrir burtur av jødar, sum búgva í býarpartinum Stanford í London.
Hann sigur, at nú hesir tríggir eru í Føroyum og vitja, hava teir verið á báti og hava soleiðis sæð við egnum eygum, hvussu línuskipanin virkar í verki.
- Í Ísrael fiska teir á gamlan hátt. Teir egna og draga við hond, so nýggja skipanin hjá okkum er í teirra verð rættiliga kollveltandi.
Jeffri sigur, at feðgarnir úr Ísrael fyrstu ferð settu seg í samband við Oilwind, og nú eru teir so her í Føroyum.
- Fyrr í ár seldu vit eina slíka línuskipan til Ísraels, og vit hava selt aðrar skipanir til onnur fjarskotin lond.
Hann sigur, at felagið eisini hevur fingið fleiri fyrispurningar úr fjarskotnum londum, síðan teir løgdu filmin út á netið.
- Teir, sum venda sær til okkara, og soleiðis eisini við ísraelsmonnunum, eru menn, sum hava smærri útróðrarfør, sigur Jeffri Johannesen, sølumaður hjá Oilwind.