Ísrael hevur ikki slept møguleikanum fyri einum hernaðarligum álopi á Iran, um tað miseydnast altjóða samfelagnum at fáa iranska stýrið at sleppa teirri umstríddu kjarnorkuverkætlanini. Tað sigur ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman.
-Vit bíða enn. Vit vænta, at altjóða samfelagið tekur øll neyðug stig til tess at steðga tí ágangandi uttanríkispolitikkinum hjá Iran. Men vit lata allar møguleikar vera opnar, skuldi tað miseydnast, sigur Liebermann.
Í næstu viku fer ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, til Washington at tosa við Barack Obama, forseta, og Iran-spurningurin verður eitt av høvuðsmálunum.
Ísrael og Vesturheimurin hava illgruna um, at Iran er í ferð við at gera kjarnorkuvápn, men tað avsanna iranar.