Ísraelska stjórnin kom í kvøld saman til fundar at tosa um eitt uppskot frá stjórnini í Egyptalandi um vápnahvíld í Gazageiranum. Tað er ikki greitt, hvat stendur í uppskotinum, men bæði ísraelsmenn og Hamas hava lagt treytir við fyri at ganga við til at binda frið.
Ísraelsmenn krevja vissu fyri, at rakettálopini úr Gazageiranum steðga alt fyri eitt, og harafturat vil landið hava altjóða samfelagið at forða fyri, at Hamas kann fáa hendur á vápnum. Hamas krevur, at ísraelsmenn gevast við loftálopunum, og at Ísrael gevst við at avbyrgja Gazageiran.
Egyptiska stjórnin hevur havt samband við teir stríðandi partarnar teir seinastu dagarnar, og týðandi umboð fyri Ísrael og Hamas hava verið í Kairo.