Ísrael ávarar Iran

Tað er ikki óhugsandi, at Ísrael fer at brúka vápnamegi fyri at steðga kjarnorkuætlanunum hjá Iran. Tað segði ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNN í kvøld. Barak segði, at Ísrael er um at missa tolið við iranska stýrinum.

Tað hevur ljóðað í seinastuni, at ísrael fyrireikar seg til at bumba kjarnorkumál í Iran. Spurdur, um hetta er so, svaraði Barak:

-Eg haldi ikki, at hetta er eitt evni, sum skal umrøðast alment.

Í samrøðuni vísti Ehud Barak á, at sambært teirri seinastu frágreiðingini hjá Altjóða Kjarnorkustovninum eru ábandingar um, at Iran hevur tikið stig til at útvega sær kjarnorkuvápn.

-Hetta má steðgast, segði ísraelski verjumálaráðharrin við CNN.