Ísrael ætlar fleiri búsetingar

Politiskir eygleiðarar bera ótta fyri, at royndin at fáa gongd á friðarsamráðingarnar í Miðeystri er farin fyri bakka, nú ísraelsku myndugleikarnir hava boðað frá, at teir ætla at byggja 238 íbúðir í Eysturjerusalem.

Sambært tíðindunum skulu íbúðirnar byggjast í jødisku býlingunum Pisgat Zeev og Ramot, sum eru vaksnir út um ta sokallaðu grønu linjuna, sum er mark millum Ísrael og Vestara Áarbakka.

Palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, er í øðini um ísraelsku ætlanina, og hann sigur, at nú má Ísrael átaka sær alla ábyrgdina av, at friðarsamráðingarnar fara fyri bakka.

Útvarpið hjá ísraelska herinum sigur, at stjórnin hevur kunnað Barack Obama, forseta um byggiætlanina, men einki verður sagt um, hvørt hann hevur svarað ella ikki.