Fyrradagin kunngjørdi ísraelska herleiðslan, at landið hevur tikið eina nýggja rakettverju í brúk, og í dag segði hernaðarligi talsmaðurin, Avital Leibovich, at tann nýggja rakettverjan hevur skotið 28 rakettir, sum komu úr Gazageiranum, niður.
"Iron Dome", sum tann nýggja rakettverjan eitur, er partur av einari størri rakettverjuskipan, og ætlandi verður øll skipanin fult útbygd í 2014. "Iron Dome" kann raka rakettir ella flogfør, sum eru minni enn 70 kilometrar burturi, men Ísrael hevur eisini ta amerikonsku rakettverjuna "Arrow", sum kann raka langtberandi rakettir.
Men tað er dýrt at brúka "Iron Dome". Tað kostar upp í 400.000 krónur at skjóta eina Hamas-rakett niður. Harafturímóti kostar tað Hamas knappar 6.000 krónur at gera eina nýggja.
Hamas sigur, at fleiri rakettir hjá teimum hava rakt Tel Aviv. Tað hava ísraelsmenn ikki váttað, men teir siga, at Hamas hevur skotið 135 rakettir ímóti Ísrael teir seinastu 11 tímarnar.