Ísrael skal flyta múrin

Ísraelski hægstirættur sigur, at stjórnin skal flyta múrin, sum skal forða palestinskum sjálvmorðsbumbumonnum at søkja at málum í Ísrael

Avgerðin hjá hægstarætti ber í sær, at myndugleikarnir mugu flyta einar 40 kilometrar av múrinum í útnyrðing úr Jerusalem, og verjumálaráðið kunngjørdi í gjár, at tað fer at laga seg eftir úrskurðinum hjá hægstarætti.

Ísraelsku myndugleikarnir hava gjørt av at byggja eina 680 kilometrar langa girðing fram við Vestara Áarbakka fyri at forða palestinskum sjálvmoprðsbumbumonnum atsleppa til Ísraels. Ein partur av girðingini er píkatráður, men aðrastaðni hava myndugleikarnir bygt ein høgan múr. Palestinar og myndugleikarnir í fleiri londum hava funnist at girðingini, serliga tí at í støðum er girðingin langt inni á palestinskum øki.

Altjóða dómstólurin í Haag skal taka støðu til girðingina, og avgerðin hjá ísraelska hægstarætti verður tikin sum eitt fráboðan um, hvørja avgerð dómstólurin í Haag fer at taka.

Hinvegin hevur tað størri týdning, hvat hægstirættur í Ísrael sigur, tí úrskurðir hansara eru bindandi fyri stjórnina. Tey, sum hava kært avgerðina um at byggja girðingina, eru eisini væl nøgd við úrskurðin hjá hægstarætti. Tey vænta, at rætturin fer eisini at geva stjórnini boð um at flyta aðrar partar av girðingini.

Palestinar eru harafturímóti ikki nøgdir við, at girðingin við Jerusalem skal flytast. Palestinski forsætisráðharrin, Ahmed Qurie, segði í gjár, at øll girðingin skal takast niður.