Ísrael skakað av gølum

Forsetin og løgmálaráðharrin eru lagdir undir kynsligan ágang, og forsætisráðharrin er undir illgruna fyri at hava misbrúkt sítt vald til egnan vinning.

Tað er ikki á hvørjum degi, at løgreglan í einum landi rannsakar húsini hjá landsins forseta, men tað hendi í Ísrael mánakvøldið, tá løgreglumenn rannsakaðu húsini hjá Moshe Katsav, forseta. Tá løgreglumenninir fóru útaftur, høvdu teir fleiri teldur og eina rúgvu av skjølum við sær.

Orsøkin til húsarannsóknina var, at tvær kvinnur, sum arbeiða á skrivstovuni hjá forsetanum, hava lagt hann undir kynsligan ágang. Onnur kvinnan heldur uppá, at forsetin noyddi seg til kynsliga samveru, sum sagt verður, og ein kanning hjá løgregluni bendir á, at hon sigur satt. Moshe Katsav, forseti, sigur harafturímóti, at einki hald er í skuldsetingini.

Tað er ikki bara forsetin, sum er lagdur undir kynsligan ágang. Seinasta sunnudag gjørdi Haim Ramon, løgmálaráðharri, av at leggja frá sær. Ein kvinna hevur meldað hann til løgregluna fyri kynsligan ágang, og eftir drúgvar kanningar hevur ákæruvaldið skuldsett ráðharran, sum alt fyri eitt gjørdi av at fara frá, hóast hann sigur seg vera ósekan.

Ehud Olmert, forsætisráðharri, er eisini í kikaranum hjá løgregluni í hesum døgum. Í 2004 keypti hann eina íbúð í Jerusalem fyri 1,2 millión dollarar, sjálvt um tað veruliga søluvirðið var 1,8 millión dollarar. Løgreglan vil vera við, at hann fekk íbúðina bíligari, tí hann hevði hjálpt einari byggifyritøku at fáa loyvi at byggja íbúðir í einum friðaðum øki í býnum. Tí kannar løgreglan nú, um Olmert misbrúkti sítt vald til egnan vinning, skrivar AP.