Ísraelski forsætisráðharrin er til reiðar at tingast við palestinska forsetan uttan at leggja treytir við. Tað skal Ehud Olmert, forsætisráðharri, hava sagt amerikonsku tíðindastovuni AP.
Fyrr hevur Olmert sagt, at hann vil bara tosa við Mahmoud Abbas, forseta um ávís evni, so leingi Hamas ikki vil viðurkenna Ísrael.
Men sambært AP er hann nú til reiðar at tingast við palestinska forsetan um øll viðurskifti.