Ísrael er í prinsippinum gingið við til at endurrinda tað, sum kríggið í Gaza fyri einum ári síðani kostaði ST. Ein talsmaður hjá ST vil ikki siga, hvussu nógvar pengar talan er um, men kanning í fjør kom til ta niðurstøðu, at kríggið hevði gjørt skaða á bygningar hjá ST fyri 60 milliónir krónur.
Talsmaðurin leggur dent á, at talan er um eina prinsippavgerð, og at avtalan er ikki undirskrivað enn.
Í fyrstani sýtti Ísrael fyri at rinda ST endurgjald, men seinasta summar broytti landið støðu og gekk við til at samráðast við ST.